Back to All Events

Skeið 29: Tað nýggjasta innan roknskap

  • Hotel Tórshavn 4 Tórsgøta Tórshavn Faroe Islands (map)

Tað nýggjasta innan roknskap er ætlað at dagføra grannskoðarar, bókhaldarar, roknskapar- og fíggjarleiðarar.

Endamálið við skeiðnum er ein yvirskipað gjøgnumgongd av ársroknskaparlógini og seinastu broytingarnar í ársroknskaparlógini.

Skeiðið fer at fevna um:

  • Ársroknskaparlógin fyri smá og miðalstór virkir verður sett í fokus.

  • Dentur verður lagur á bygnaðin og vanligu reglurnar í ársroknskaparlógini við tilhoyrandi standardum, vegleiðingum og ásetingum.

  • Útvaldar roknskaparpostar.

Undirvísari verður Per Kristensen, statsaut. revisor/parnter í OL Revision A/S og undirvísari hjá Revisupport.

Skeiðið,  Tað nýggjasta innan roknskap,  er góðkent eftirútbúgvingarskeið og gevur 8 tímar í bólkinum roknskapur.


Dagur:              5. oktober 2018
Tíð:                    Kl. 08.30 – 16.30
Staður:             Hotel Tórshavn -   Sigmundarstova
Luttakaratal:   45
Prísur:              Kr. 4.400 pr. luttakara