ISA fyri LCE, víðkað gjøgnumgongd, roknskaparhjálp og grannskoðan av serstøkum postum v. m. er ætlað at dagføra grannskoðarar innan nevndu yrkisøkir. Endamálið við skeiðnum er ein gjøgnum-gongd av seinastu broytingum v. m. av hesum yrkisøkjum.
Skrá 20. november 2025:
Roknskaparhjálp, FSR vegleiðing um roknskaparuppseting og hvørjar eru royndirnar við vegleiðinginum.
Víðkað gjøgnumgongd, krøv til átekningina og nágreining av teimum fýra ískoytisgerðunum
ISA fyri LCE gjøgnumgongd av nýggja standardi, fyrimunir og vansar við hesum standardi
Skrá 21. november 2025:
Roknskapur og grannskoðan av serligum roknskaparpostum
Kvalitetskrøv og klassifikatión í ÁRL, grannskoðan av umsetningi, roknskaparlig meting (ISA 540)
Hugtakið “kapitaláhugamál” samanborið við aðrar kapitalpartar
Virðismeting skuld, amorteriseraður kostprísur og umlegging av lániskuld v.m.
Undirvísari:
Kim Wegener, statsaut. revisor, ið hevur undirvíst í nógv ár og er limur í roknskaparráðnum FSR, eksaminator og próvdómari við grannskoðarapróvtøkur.
KE-tímar:
Er góðkent eftirútbúgvingarskeið og gevur (fyribils býti)
12 tímar innan - “Grannskoðanar- og váttanarøkið”
4 tímar innan - “Aðra viðkomandi lóggávu og fakligir standardar”
Avsláttur:
ERFA bjóðar avsláttur um fleiri melda til frá sama virki:
-10%: 5 - 10 luttakarar
-20% 11 ella fleiri luttakarar
Vinarliga meldið til á t-post erfa@erfa.fo innan 17. november 2025.
GG: Ikki trýsta á kassan “melda til skeiðið”, hesin er óvirkin.
Dagur: 20. og 21. november 2025
Tíð: Kl. 08.30 – 16.30
Staður: Hotel Hilton Garden Inn
Luttakaratal: 45+
Prísur: Kr. 3.900 + MVG pr. dag/luttakara