Back to All Events

Skeið 36 & 37: Ráðlegging, tað nýggjasta innan roknskap, grannskoðan v.m.


  • Hotel Brandan Oknarvegur 2 Tórshavn Faroe Islands (map)

Ráðlegging, tað nýggjasta innan roknskap, grannskoðan v.m. er ætlað at dagføra grannskoðarar innan hesi yrkisøkir.

Endamálið við skeiðnum er ein gjøgnumgongd av seinastu broytingarnar á nevndu yrkisøkjum.

Skeiðið er tveir dagar, tó er innihaldið ikki býtt út á dagarnar, men fer at fevna um:

  • Ráðlegging

  • Váðameting

  • Grannskoðan av umsetningi

  • Roknskaparligar metingar

  • Víðkað gjøgnumgongd

  • Hvørjar nýggjastu broytingar eru og hvussu tær eru settar í verk.

  • Undirvísari verður:

  • Jesper Præst Olsen, statsaut. revisor/CEO í GoAudit og undirvísari hjá Syddansk Universitet, FSR og Fakta Kurser.

Vinarliga, meldið til á t-post erfa@erfa.fo innan 10. november 2023. Ikki trýsta á kassan “melda til skeiðið” sum er óvirkin.

KE-tímar:

  • Er góðkent eftirútbúgvingarskeið og gevur pr. dag:

    • 3,5 tímar innan “Grannskoðan og átekningar”

    • 3,5 tímar innan “Annað”

  • Endaliga tímabýtið verður gjørd av undirvísara á skeiðsdegnum.


Dagur:              16. og 17. november 2023
Tíð:                    Kl. 08.30 – 16.00
Staður:             Hotel Brandan - hølir: Meksiko
Luttakaratal:   45
Prísur:              Kr. 3.900 + MVG pr. dag/luttakara