Back to All Events

Skeið 22: Tað nýggjasta um skatt

  • Norðoya Sparikassi Hoyvíksvegur 67 Tórshavn Føroyar (map)

Tað nýggjasta um skatt er skeið fyri allar grannskoðarar, advokatar, roknskapar- og fíggjarleiðarar og onnur áhugað.

Skattalógin og praksis broytast støðugt, partvíst við lógarbroytingum og partvíst við teimum mongu avgerðunum, ið Skatta- og avgjaldskærunevndin tekur hvørt ár.

Skeiðið Tað nýggjasta um skatt er ein samanseting av seinastu lógarbroytingunum og skattamálum ið eru frammi í løtuni, s.s. armslongdarreglan, renturokna millumrokningar, transfer pricing.

Undirvísari verður Poula á Líðarenda, cand. merc. jur og deildarleiðari hjá Taks fyri álíkning og eftirlitinum fyri persóns- og virkisskatting v.m.

Skeiðið Tað nýggjasta um skatt er góðkent eftirútbúgvingarskeið og gevur 4 tímar í bólkinum skattur.


Dagur: 26. oktober 2016
Tíð: Kl. 08.30 – 13.00
Staður: Miðlon í Norðoya Sparikassa í Havn
Luttakaratal: 45
Prísur: kr. 2.600 pr. luttakara