Back to All Events

Skeið 23: Tað nýggjasta um grannskoðan

Nýggjasta innan grannskoðan er ætlað at dagføra grannskoðarar við teimum seinastu lógarbroytingunum innan grannskoðan, ISA broytingar, góðskustýring og átekningar o.a.

Broytingar eru gjørdar í grannskoðarlógini og kunngerðir eru lýstar fyri víðkaða gjøgnumgongd, grannskoðaraváttanir, góðskueftirlit og virksemi Grannskoðaraeftirlitsins o.a.

Skeiðið Nýggjasta innan grannskoðan gjøgnumgongur dagføringarnar seinastu árini, og økir har serligt ansni krevst. Leypandi koma dagføringar til ISA’arar hvussu grannskoðanin skal útinnast. Eisini verður hugt at seinastu broytingum til átekningar.

Skeiðið Nýggjasta innan grannskoðan er góðkent eftirútbúgvingarskeið og gevur 8 tímar í bólkinum grannskoðan ella annað.


Dagur: 17. november 2016
Tíð: Kl. 08.30 – 17.00
Staður: Hotel Hafnia
Luttakaratal: 45
Prísur: kr. 4.500 pr. luttakara

Earlier Event: October 26
Skeið 22: Tað nýggjasta um skatt
Later Event: November 18
Skeið 24: Tað nýggjasta um roknskap