Back to All Events

Skeið 24: Tað nýggjasta um roknskap

  • Hotel Hafnia Áarvegur 4-10 Tórshavn (map)

Tað nýggjasta um roknskap er ætlað at dagføra grannskoðarar og roknskapar-/fíggjarleiðarar við teimum seinastu broytingunum í ársroknskaparlógini, vinnufelagslógini o.ø.

Broytingar eru gjørdar í ársroknskaparlógini m.a. um frával av grannskoðan, víðkaða gjøgnumgongd. Eisini eru lýstar broytingar í vinnufelagslógini um m.a. íverksetarafeløg og lækking í felagskapitalinum fyri smápartafeløg. Hvussu ávirka hesar broytingar ársroknskapin? Nær koma tær í gildi? Eru broytingar í nýttum roknskaparhátti? Skulu samanberingartølini tillagast?

Skeiðið Tað nýggjasta um roknskap gjøgnumgongur seinastu lógarbroytingar í ávirka ársroknskapin fyri smá- og miðalstór virkir. Við støði í lógarbroytingunum verða allir týðandi roknskaparpostar gjøgnumgingir og gevur nýggjastu vitanina, ið betrar  førleikan at uppseta ársroknskapir ella at dagføra roknskaparskipanina hjá virkinum.

Undirvísari verður Kim Wegener, statsaut. revisor. Kim er royndur undirvísari og arbeiðir í dag sum statsaut. revisor og ráðgevi hjá stóra landbúnaðarasamtakinum SEGES. Áðrenn tað arbeiddi  hann sum statsaut. revisor hjá KPMG og Ernst & Young.

Skeiðið Tað nýggjasta um roknskap er góðkent eftirútbúgvingarskeið og gevur 8 tímar í bólkinum roknskapur.


Dagur: 18. november 2016
Tíð: Kl. 08.30 – 17.00
Staður: Hotel Hafnia
Luttakaratal: 45
Prísur: kr. 4.500 pr. luttakara

Earlier Event: November 17
Skeið 23: Tað nýggjasta um grannskoðan
Later Event: September 20
Skeið 25: Tað nýggjasta innan roknskap