Back to All Events

Skeið 25: Tað nýggjasta innan roknskap

  • Hotel Hafnia Áarvegur 4-10 Tórshavn (map)

Tað nýggjasta innan roknskap er ætlað at dagføra grannskoðarar, bókhaldarar, roknskapar- og fíggjarleiðarar.

Endamálið við skeiðnum er ein yvirskipað gjøgnumgongd av ársroknskaparlógini og týðandi tulkingarhættir í IFRS. Dentur verður lagdur á seinastu broytingarnar í ársroknskaparlógini, ið komu í gildi frá 1. januar 2016.

Umframt seinastu broytingarnar í ársroknskaparlógini, gevur skeiðið eisini eina tulking/gjøgnumgongd av reglunum, við høvuðsdenti á klassa B feløg – óansæð átekningarslag.

Skeiðið fer at fevna um:

  • Gjøgnumgongd av broytingunum frá 2015 – við høvuðsdenti á klassa B virkir

  • Úrvald økir og praktisku avbjóðingarnar innan t.d.

    • Materiella støðisogn, her undir uppskrivingar og íløguhugtakið dagsvirði

    • Kapitalpartar í atknýttum virkjum v.m. her undir uppgerð og virðismeting fyri tiltakspening eftir innanvirðisháttinum

    • Arbeiði í gerð fyri fremmanda rokning

    • Áogn hjá eigarum og leiðslu

    • Eginpening, her undir reglan um partvíst inngoldnan felagskapital

    • Innroknað konsernstuðul og samskatting

Undirvísari verður Per Kristensen, statsaut. revisor/parnter í OL Revision A/S.

Skeiðið,  Tað nýggjasta innan roknskap,  er góðkent eftirútbúgvingarskeið og gevur 8 tímar í bólkinum roknskapur.


Dagur:              20. september 2017
Tíð:                    Kl. 08.30 – 17.00
Staður:             Hotel Hafnia - Parnassið
Luttakaratal:   45
Prísur:              Kr. 4.500 pr. luttakara