Back to All Events

Skeið 26: Tað nýggjasta innan grannskoðan og átekningar

Tað nýggjasta innan grannskoðan og átekningr er ætlað at dagføra grannskoðarar við seinastu broytingum innan høvuðsyrkið.

Skeiðið kunnar luttakararnar um dagføringarnar innan ráðlegging og útinning av átekningaruppgávum, við serligum denti á átekningar við trygd.

Dentur verður serstakliga lagdur á skjalfesting/-prógv grannskoðarans – hvussu nógv skal til! Í hesum sambandi gjøgnumgongur skeiðið átekningar grannskoðarans, m.a. tillagingar um fyrivarni og ískoytisupplýsingar, umframt avmarkað um atgongd/møguleiki við assistance.

Harafturat verður nýggja grannskoðanarátekningin, ið kom í gildi 15. desember 2016, gjøgnumgingin umframt tilknýttir standardir.

Skeiðið fer at fevna um:

  • Krav til ráðlegging – m.a. váðameting um týðandi og váðafull økir

  • Útinningin – við denti á skjalfesting og prógvum

  • Serligur dentur á:

  • Nýggju grannskoðaralógina

  • Svik (m.a. reglur viðvíkjandi fíggjarligt brotsverk og hvítvask)

  • Nýggja grannskoðanartekningin – broytingar og framtíðar tillaging

  • Grannskoðanarátekningar – við serligum denti á fyrivarni og ískoytisupplýsing

Undirvísari verður Per Kristensen, statsaut. revisor/parnter í OL Revision A/S.

Skeiðið Tað nýggjasta innan roknskap,  er góðkent eftirútbúgvingarskeið og gevur 8 tímar í bólkinum grannskoðan.


  • Dagur: 21. september 2017
  • Tíð: Kl. 08.30 – 17.00
  • Staður: Hotel Hafnia - Parnassið
  • Luttakaratal: 45
  • Prísur: Kr. 4.500 pr. luttakara
Earlier Event: September 20
Skeið 25: Tað nýggjasta innan roknskap
Later Event: November 13
Skeið 27: Tað nýggjasta innan skatt