Back to All Events

Skeið 27: Tað nýggjasta innan skatt

  • Smæran J. H. Schrøtersgøta 9 Tórshavn Føroyar (map)

Tað nýggjasta innan skatt er skeið fyri allar grannskoðarar, advokatar, roknskapar- og fíggjarleiðarar og onnur áhugað.

Skattalógin og praksis broytast støðugt, partvíst við lógarbroytingum og partvíst við teimum mongu avgerðunum, ið Skatta- og avgjaldskærunevndin tekur hvørt ár.

Skeiðið Tað nýggjasta innan skatt er ein samanseting av seinastu lógarbroytingunum og skattamálum ið eru frammi í løtuni.

Undirvísari verður Poula á Líðarenda, cand. merc. jur og deildarleiðari hjá Taks fyri álíkning og eftirlitinum fyri persóns- og virkisskatting v.m.

Skeiðið Tað nýggjasta innan skatt er góðkent eftirútbúgvingarskeið og gevur 4 tímar í bólkinum skattur.


Dagur: 13. november 2017 Tíð: Kl. 08.30 – 13.00 Staður: SMÆRAN í Havn Luttakaratal: 100 Prísur: kr. 2.600 pr. luttakara